Ship

Um Reiðarafelagið

Stjóri í Føroya Reiðarafelag:

Stefan í Skorini

Nevndin í Føroya Reiðarafelag: 

Hanus Hansen, formaður, umboðandi verksmiðjutrolarar                                    Jógvan Jespersen, næstformaður, umboðandi nótaskip                                        Ludvík við Stein, umboðandi lemmatrolarar
Hálvdan Gudmundsen, umboðandi línuskip
Hans Andrias Kelduberg, umboðandi garnaskip
Jens Pauli Petersen, umboðandi Felagið Trolskip

 

Føroya Reiðarafelag hevur sum endamál, “at savna allar føroyskar reiðarar til at útinna felags áhugamál, m.a. at gera sáttmálar við feløgini fyri manningar á føroyskum fiskiskipum, eins og á øðrum økjum at verja felags áhugamál limanna”.

Fiskivinnan hevur alla tíðina nýggjar avbjóðingar fyri framman, og Føroya Reiðarafelag arbeiðir støðugt við at røkja áhugamálini hjá føroyskum reiðaríum.

Føroya Reiðarafelag røkir áhugamálini hjá føroyskum reiðarum í nevndum og ráðum við tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin og føroyska fiskivinnu, m.a. í Trygdargrunni Fiskivinnunnar, ALS stýrinum, Fasta Gerðarrætti, Maritima Útbúgvingarráðnum, Fiskivinnuráðnum, Samstarvsráðnum og Sjóvinnuráðnum.