

30. september 2026
Tann týdningarmikla toskakvotan lækkar við nærum 20%, men hetta var væntandi undan ársfundinum.
Heildarkvotan av toski lækkar við sløkum 20%, har kvotan lækkar úr 15.360 tonsum niður í 12.452 tons. Hetta merkir, at føroyska toskakvotan komandi ár verður 2.783 tons, sum er 650 tons lægri enn í ár.
Hetta var sum heild væntandi, av tí at vísindaliga ráðið mælti til eina kvotu, sum var ímillum 10.068 og 12.452 tons. Nøkur lond ynsktu, at kvotan var í tí lægra endanum av hesi ráðgeving, men ein meiriluti stuðlaði tí hægstu kvotuni, sum var í tilmælinum.
Á Grand Bank hava Føroyar eina heilt lítla kvotu av toski. Hendan kvotar hækkar úr 40 tonsum upp í sløk 63 tons komandi ár.
Svartkalvakvotan lækkar eitt vet, og hon verður 182,8 tons.
Eingin rækjufiskiskapur verður loyvdur á Flemish Cap komandi tvey árini í 2027 og 2028. Hetta gjørdi ársfundurin av við støði í vísindaliga tilmælinum fyri hendan fiskiskap.
Rækjufiskiskapurin á Grand Bank er nú latin uppaftur eftir at hava verið stongdur síðan 2015. Ársfundurin samtykti eitt kvotabýti, har Føroyar fáa 18,23 tons. Føroyar hava vanliga mótmælt hesi avgerð, tá ið hetta býtið hevur verið samtykt síðan 1999.
Viðvíkjandi kalva, so legði Kanada fram eitt uppskot um at áseta eina kvotu fyri 3LMNO, og hendan kvotan varð býtt millum strandarlondini. Eingin lutur varð settur av til altjóða økið. Eisini vórðu samtytkar nýggjar reglur um hjáveiðu av kalva, tá ið roynt verður eftir øðrum fiskasløgum í øki 3LMNO.