
7. oktober 2024
Heildarkvotan av toski á Flemish Cap hækkar við umleið 900 tonsum, hóast vísindaliga tilmælið var at lækka kvotuna við 800 tonsum.
Ársfundurin hjá NAFO varð hildin síðst í september í Halifax í Kanada. Størsta málið fyri føroysk fiskiskap var ásetingin av toskakvotuni fyri 2025, sum var á skránni hesuferð. Vísindaráðið hevði gjørt eitt tvey ára tilmæli, hóast tað vanliga verður gjørt fyri tvey ár, og ársfundurin hevði biðið um eitt ára tilmæli.
Við støði í vísindaliga tilmælinum var kortini semja um at hækka toskakvotuna upp í 12.613 tons í 2025 úr 11.708 tonsum í 2024. Hetta merkir, at føroyska kvotan komandi ár verður 2.819 tons, meðan kvotan er 2.616 tons í 2024.
Vísindaliga tilmælið í NAFO er vanliga serliga varisligt samanborið við tilmæli í Norðuratlantshavi, og tí var gleðiligt, at tað kortini eydnaðist at hækka kvotuna eitt vet.
Føroyska kvotan av svartkalva verður 188,4 tons í 2025. Í ár var kvotan 193 tons. Kvotan av kongafiski er óbroytt uppá 69 tons. Eisini var semja um, at eingin veiða verður eftir rækjum komandi tvey árini.