
7. oktober 2024
ICES hevur nú kunngjørt tilmælini fyri uppsjóvarfisk fyri 2025. Tilmælið fyri makrel lækkar heili 22%, meðan tilmælið fyri svartkjaft lækkar 5,4% og tilmælið fyri norðhavssild hækkar 3%.
Viðvíkjandi makreli mælir ICES til, at heildarkvotan fyri 2025 verður ásett at vera 576.958 tons. Hetta er ein niðurskurður uppá 22% samanborið við tilmælið fyri 2024, og 40% lægri enn tann væntaða veiðan í 2024. Hetta er samstundis tann lægsta kvotan síðan 2013.
Væntandi fara strandarlondini at fylgja ráðgevingini frá ICES, tá ið kvotan verður ásett, og tí lækkar tann føroyska kvotan helst samsvarandi ráðgevingini hjá ICES.
Gýtingarstovnurin hevur søguliga verið nógv undirmettur, men stovnurin verður nú mettur at hava verið 7 mió. tons í 2014. Í 2024 verður gýtingarstovnurin mettur at vera sløk 2,8 mió. tons, og tá liggur stovnurin nær fyrivarnismarkinum Bpa.
Svartkjaftur
ICES mælir til, at kvotan av svartkjafti verður 1.447.054 tons í 2025, og tað er ein niðurskurður uppá 5,4% samanborið við tilmæli fyri 2024.
Gýtingarstovnurin í 2024 er á einum søguliga høgum støði, sum er 6,8 mió. tons. Tó verður væntað, at stovnurin minkar nakað í 2025 niður á 5,97 mió. tons, sum eisini er eitt lutfalsliga høgt støði fyri gýtingarstovnin.
Norðhavssild
Gleðiligt er, at tilmælið fyri norðhavssild hækkar eitt vet eftir tann stóra niðurskurðin, sum var fyri kvotuna í 2024. Tilmælið fyri norðhavssild komandi ár er 401.794 tons, og tað er ein hækking uppá 3 prosent í mun til tilmælið fyri 2024.
Gýtingarstovnurin av norðhavssild verður mettur at liggja á markinum, sum er ásett í umsitingarætlanini fyri, nær gýtingarstovnurin hevur eina burðardygga stødd (Bpa). Gýtingarstovnurin verður mettur at vera 3,1 mió. tons í 2024, meðan markið er 3,18 mió. tons.