2024 Nafologo Crest Web

Tilmæli: Toskakvotan á Flemish Cap lækkar

19. august 2026

Vísindaliga tilmælið fyri tosk á Flemish Cap komandi ár er nú kunngjørt. Tilmælið er, at kvotan skal lækka millum 20 og 35% komandi ár. Mælt verður til, at kvotan komandi ár verður millum 10.086 og 12.452 tons samanborið við ársins kvotu, sum er 15.360 tons. Føroyar eiga 22,35% av heildarkvotuni.

 

Um ráðgevingin verður fylgd, merkir tað, at føroyska kvotan verður ímillum 2.254 og 2.783 tons. Føroyska kvotan í ár er 3.433 tons. Samanumtikið eru framskrivingarnar verri, enn tær vóru í fjør, tá ið kvotan varð ásett at vera 15.360 tons í 2026.

 

Nýggj fyrivarnisregla og veiðiregla vórðu sett í verk fyri tveimum árum síðani, og hendan verður nú brúkt í ráðgevingini. Stovnsstøddin er mett at vera ímillum tað ovara og niðara markið fyri eini burðardyggari stødd, og tí verður nú mælt til, at kvotan skal lækka.

 

Annars hevur tað metta veiðitrýstið á toskastovnin á Flemish Cap altíð verið sera lágt, síðan fiskiskapurin lat uppaftur í 2010, og trýstið á stovnin hevur verið sera hóvligt. Kvotan verður vanliga ásett á ársfundinum síðst í september mánað, tá ið limalondini í NAFO hittast á ársfundi í Vilnius í Litava.